Tunt í VB-verjuni

KÍ-VB:

Vágbingarnir eru skerdir í verjupartinum, nú teir leygardagin fara til Klaksvíkar


 

Upptakt


Eftir at tað stóran part av árinum hevur sæð heldur dapurt út hjá besta fótbóltsliðnum í Klaksvík, tykjast leikararnir og ikki minst áskoðararnir nú brádliga at hóma møguleikan fyri bronsumerkjum. Sum kappingin hevur háttað seg, er tað nevnliga soleiðis, at flestu liðini hava verið sera óstøðug, og tí hevur KÍ bert trý stig upp til bronsuna, eftir at teir undanfarna vikuskifti bastu HB í Gundadali.

Hetta hevur ivaleyst eisini hava alstóran sálarligan týdning á leikararnar, og sjálvsálitið er tí ivaleyst í toppi, tá teir leygardagin taka ímóti vágbingum.

Í Klaksvík hava teir eisini so at siga alt fólkið tókt til dystin. So at siga, tí tveir av teimum leikarum, sum í ár hava biðlað til pláss á fremsta liðnum, eru ikki longur í Føroyum. Símun Joensen er farin til USA í eitt ár, meðan Niclas Niclasen er farin til Danmarkar í lestrarørindum.

Hinvegin er Kurt Mørkøre aftur í landinum, eftir at hann hevur verið í Noreg hesa vikuna, meðan roknað verður við, at bæði Harley Bertholdsen og Jan Andreasen kunnu roknast at vera á liðnum aftur.

Alt í alt tykjast teir í KÍ at vera so væl fyri, sum til ber, og einki er at ivast í, at teir fara at gera sítt til, at møguleikin fyri bronsumerkjum eisini skal vera til staðar, tá vágbingar fara suðuraftur.


Eingir tvíburðar

Í Vági tykist støðan við fólkinum ikki at vera eins góð, sum hon er í Klaksvík.

Tað man í øllum førum førum vera langt síðani, at VB hevur spælt, uttan at nakar av Jacobsen-tvíburðunum eru á liðnum, men hetta verður væntandi støðan leygardagin.

Báðir vórðu teir skaddir í dystinum móti B68, og tá Tórður Holm eisini hevur fingið ein skaða at dragast við, sær av álvara svart út hjá vágbingunum.

Hinvegin telir tó eisini, at tað loksins sær út til, at venjarin, Krzystof Popczynski, nú aftur verður leikandi venjari frá fyrsta bríksli, og ikki sum seinast sum skiftisleikari.

Tungt verðu tað tó undir øllum umstøðum hjá vágbingunum, men teir hava fyrr víst seg at vera stinnir, tá nógv stendur á, so einki er avgjørt undan dystinum.