Turið: Alt riggar hjá okkum í dag

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr hvat Turið Arge Samuelsen hevði at siga um trygga 34-20 sigurin ímóti VÍF í Vestmanna

Í hvonndeildini vann Kyndil ein tryggan 34-20 (17-10) sigur á VÍF í Vestmanna. 

 

Turið Arge Samuelsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við átta málum. Anna Brimnes skeyt sjey mál. Daniella Joensen gjørdist toppskjútti hjá VÍF við fimm málum.

 

Turið Arge Samuelsen heldur, at alt eydnaðist hjá kyndilskvinnum í dag. Teir vardu væl í verjuni, og fingu fiskað nógvar bóltar, og tað gjørdi arbeiðssetningin hjá teimum nógv lættari.

 

Turið Arge Samuelsen heldur ikki, at Kyndil er favorittur til at møta Neistanum í FM-finaluni. Toppskjúttin hjá Kyndli staðfestir, at VB spælir væl, og hóast Kyndil hevur vunnið á VB tvær ferðir í ár, so heldur Turið Arge Samuelsen, at tað er alt annað enn avgjørt hvør kemur í FM finaluna.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Turið Arge Samuelsen aftaná 34-20 sigurin hjá Kyndli í Vestmanna fyrr í dag.