Turkaland stuðlar Finnlandi og Svøríki sum Nato-lond

– Vit hava fingið tað vit ynsktu frá Svøríki og Finnlandi, sigur turkiska forsetaskrivstovan.

 

Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix

Finski forsetin, Sauli Niinistö, sigur, at Turkaland nú stuðlar Finnlandi og Svøríki at gerast limir í Nato.

Turkiska forsetaskrivstovan í høvuðstaðnum Ankara váttar, at eitt turkiskt veto ímóti upptøku av teimum báðum norðurlondunum í vestligu samgonguna er tikið aftur.

Tað sama ger aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg.

– Vit hava júst endað ein ógvuliga gevandi fund við Turkaland og norðurlondini. Vit eru fegin um at kunna boða frá, at nú er semja um upptøku av Svøríki og Finnlandi, sigur hann.

Jens Stoltenberg sigur tilgongdina við upptøku av Svøríki og Finnlandi vera søguliga.

Svøríki og Finnland vísa í einum skjala forstáilsi fyri og góðvilja fyri turkisku stúranum og krøvum.

Turkaland hevur ákært Finnland og serliga Svøríki fyri at hýsa hernaðarligum kurdum, sum í áravís hava verið í vápnaðum stríði við turkiska statin.

/ritzau/Reuters

 

Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix