Eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Skotlandi fer í ein vestan og eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni fer komandi dagarnar at liggja nær Føroyum. Seinni í vikuni fer ein veikur hátrýstsryggur framvið Føroyum úr vestri og nærri vikuskiftinum koma enn fleiri brúgvaløg úr vestri.
Veðurvánirnar mikudagin:
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og támut og í støðum regn. Hitin millum 10 og 13 stig.
Veðurvánirnar hósdagin:
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, sum snarar í ein norðan, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina verður turt og klárt, men sum frá líður skýggjað og hitin niður í 7 stig.
Veðurvánirnar fríggjadagin:
Lot til andøvsgul av norði, sum snarar í ein vestan og útsynning, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men yvirhøvur skýggjað. Hitin um 10 stig.
Veðurvánirnar leygardagin:
Lot til andøvsgul av vestri, sum snarar í ein sunnan, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og í støðum sól. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið og turt, men skýggjað. Hitin millum 8 og 10 stig.
Veðurvánirnar sunnudagin:
Sum frá líður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað, men út á dagin regn av vestri. Hitin um 10 stig.