Turt og stilt í Kirkjubø

Gyklaralandið er opið og sjálvur tónleikurin byrjar klokkan 15.30. Seinasti dagurin við Múrin er í dag, og veðrið er gott Gyklaralandið byrjaði klokkan tíggju í morgun, og fram til klokkan 17.00 verður undirhald fyri børn við Múrin í Kirkjubø.

Sjálvur tónleikaparturin av festivalinum byrjar klokkan 15.30, tá Anna Nygaard og Birita Poulsen fara á lítla pallin.

The Dreams, Faroe 5, Týr og Boys in a Band eru næstu nøvini, og soleiðis koyrir tað inn til høvuðsnøvini í kvøld Anna David og Ace of Base fara á stóra pall.

Í millum hesi bæði nøvn verður eitt annað útlendskt navn. Hatcham Social, ið áður hava spælt á G!, spæla á lítla palli við Múrin í kvøld.

 

Páll Finnur Páll er síðsti bólkurin á palli á festivalinum í Kirkjubø, har tað nú klokkan nærkast hálvgum trý er stilt og turt, meðan mjørkin hongur tjúkt oman yvir bygdina.