Tutl í Cannes


 

Í hesum døgum eru umboð frá Plátufelagnum Tutl í franska bynum Cannes á sølustevnu hjá altjóða tónleikavinnuni.

Kristian Blak og Svend Højgaard fóru til Cannes fríggjadagin, báðir umboðandi Tutl, og síðan tá hava teir hitt alskyns umoð fyri tónleikaídnaðin í fjarskotnum londum eins væl og úr grannalondum okkara.

? Áhugin úr Asia er rímiliga stórur, og higartil hava vit verið fundi við umboð úr millum øðrum Taiwan, Kina og Japan, sigur Kristian Blak. Harumframt hava teir verið í samband við feløg úr øllum Norðurlondum umframt úr Fraklandi, Spania, Ungarn og Eysturríki.

Hetta er fjórða ferðin, at Tutl er við á árligu sølustevnuni í Cannes, og føroyska plátufelagið hevur við tíðini fingið eitt rættiliga umfatandi kontaktnet uttanlands.

? Teir flestu av teimum fundunum, sum vit hava á skránni her niðri, eru komnir í lag eftir at úlendsku feløgini hava sett seg í samband við okkum. Tað vísir, at tey hava áhuga í tí, sum vit hava at bjóða, sigur Kristian Blak úr Cannes.

Hann fer haðani í dag, men Svend Højgaard verður á sølustevnuni til fríggjadagin, tí nógv skal fáast frá hondini.

? Okkara fundarskrá er fylt upp av smærri fundum frá níggju á morgni til einaferð út kvøldið hvønn dag, sigur Kristian Blak.

Tað er vanliga ikki á sjálvari sølustevnuni, at formligir sáttmálar verða undirskrivaðir. Hetta fer oftast fram aftaná. Men Pláturfelagið Tutl hevur tó undirskrivað ein sáttmála um vikuskiftið. Hesin varð gjørdur við ein franskan internethandil, ið selur alskyns tónleik.

Kristian Blak metir avtalur hesum slag vera sera umráðandi, hóast tær neyvan fara at síggjast serliga nógv aftur á sølutølunum.

? Hetta snýr seg um at geva fólkum uttanlands ein møguleika at ogna sær okkara tónleik, og har eru internethandlar sera áhugaverdir fyri okkum, sigur Kristian Blak.