Á hvørjum ári er hin sonevnda MIDEM-stevnan í Cannes í Fraklandi. Hetta er stevna, har plátuútgevarar hittast og sýna fram nýggjar útgávur. Útgávuskráin hjá Tutl fevnir nú um 139 fløgur. Men leggja vit tær lp plátur, sum felagið áður hevur givið út og í løtuni arbeiðir við at fáa á fløgu, so er samlaða úrvalið av fløgum longu farið upp um 150.
Í 1995 kundi plátufelagið Tutl hátíðarhalda 50. útgávuna, so nógv er hent, hvat útgávum viðvíkur seinastu árini.
Næsta ár, 2002, verða 25 ár liðin síðani Tutl byrjaði virksemið. Í tíðindaskrivi boðar Tutl frá, at hetta fer at merkjast. Vit fara at leggja hetta til merkis við konsertum, har tónaskøld, listafólk og tónleikarar, sum hava verið við í Tutl-útgávum hetta skeiðið, verða at hoyra. Bæði í Føroyum og uttanlands.
Í tíðindaskrivi verður eisini boðað frá, at Tutl hevur gjørt upp samlaða talið á fløgum í undanfarna ári. Ikki færri enn 25.697 fløgur eru gjørdar í lítillætna navninum hjá Tutl. Hetta talið hevur bert verið hægri í 1997. Tá vóru gjørdar túsund fløgur fleiri enn í fjør.
Útgávurnar í fjør vórðu tólv. Harafturat koma fimm endurútgávur av lp plátum hjá Tutl. Sum eitt tekin uppá eftirspurning av tónleikinum, Tutl gevur út, kann nevnast, at ellivu ymsar fløgur eru endurprentaðar. Serliga eru tað føroyskir bólkar, sum hoyrast á palli, sum verða endurprentaðir.