Tutl við White Flag og Snjóhvítu

Fløgan, sum amerikanski punk-pop bólkurin White Flag gevur út í sambandi við sína heimsumferð er nú komin

Fløgan »History is Fiction« við amerikanska bólkinum White Flag er nú komin á marknaðin. Og hesuferð er tað Tutl, sum gevur bólkin út á fløgu.
Fløgan er gjørd í sambandi við heimsumferð, sum bólkurin nú er farin á, og 20 ára jubileumið hjá teimum.
White Flag er mannað við fólkum, sum eru kend úr bólkum sum til dømis, R.E.M, Hole og Dave Davies Band.
Bólkurin ynskti sjálvur at sleppa at geva út á Tutl.
Fløgan er ætlað til sølu á konsertum á teirra heimsumferð, men í Føroyum verður hon eisini at fáa í handlum.
White Flag koma til Føroya í desember mánað.
Umframt at hava givið út fløgu við amerikanska bólkinum, hevur Tutl eisini endurútgivið Eldførið og Snjóhvítu á fløgu. Talan er um eina útgávu, sum Hermann Jacobsen, sáli, á sinni gav út fyri eini 30 árum síðani.
Útgávan er ein liður í ætlanini um at endurútgeva LP-plátur og kassettubond á fløgu.
Á fløguni eru tey bæði Grimmævintýrini um Snjóhvítu og teir sjey dvørgarnar og Eldførið.