TV-2 á Summar Festivalin

Tiltikni poppbólkurin úr Aarhus spælir á Summar Festivalinum 2012. Harvið sleppa føroyingar at uppliva ein framúr live-bólk, sum ígjøgnum 30 ár hevur skapt eitt hitt fyri og annað eftir

Í Danmark er TV-2 meira en­n ein sjónvarpsstøð. Áðr­enn danir høvdu fingið sjón­varps­rásina, sum skuldi verða al­t­ernativ til DR, høvdu ­danir fingið ein poppbólk við navn­inum TV-2.
Steffen Brandt og hansara menn í bólkinum TV-2 funn­u fót­a­festið í Aarhus, og sein­astu 30 árini hava teir verið ein fastur partur av donskum tón­l­­­eikalívi – bæði tá ið tað kem­ur til fløguútgávur, hitt og live-framførslur.

Fyrr í hesum mánaðinum h­átíð­ar­hildu ­teir 30 ára dag­in fyri stovnanina av ból­k­i­num, og tað gjørdu teir við fram­úr konsert í Lond­on. Um­mæl­ar­ar hildu, at bólkurin fram­vegis er í toppformi og spæl­ir sum ein dreymur. Og tá ið teir eisini hava ein odd­a­mann sum Steffen Brandt og eina langa røð av hittum, so teljast teir millum størstu nøvn í donskum tónleiki yvirhøvur.

Í 1981 gav TV-2 fyrstu plát­u­na út, hon kallaðist Fant­astiske Toyota, og síðani hev­ur bólkurin ríkað danska sam­felagið við framúr góð­um løgum, speiskum, arg­andi og eygagóðum tekst­um, sum fara longur og inni­halda meira enn typiskir popp­sang­ir gera. Teir hava ­tikið temperaturin av tíð­ar­and­a­num, hava vent mest upp­løgdu ting­unum á høvdið og hava prikað bæði vanliga dan­an og tey, sum halda seg vera eitt sindur meira enn tey vanligu.

TV-2 hevur selt hundrað tús­undtals fløgur, hava funn­ið nógvar heiðurslønir, og framvegis verða teir rokn­­aðir sum modernaðir og við­komandi fyri bæði ung og vaksin fólk. Teir hava í nýggj­ari tíð havt eins nógv hitt, sum teir plagdu at hava í 80’unum, og tað tekur ongan enda, um teirra kendu sangir skulu ramsast upp. Skulu vit byrja og enda onkrastaðni, so kunnu sangir sum Det Er Sam­fund­ets Skyld, Bag Dugg­ende Ruder, Hallo Hallo, De Første Kærester På Månen, Rigtige Mænd, Kys Bruden, Kom Lad Os Brokke Os og Lat­ernen nevnast.

Teir hava í sjálvironiskum tóna kallað seg keðiligasta orkestrið í Danmark, men tað heitið hevur staðið í stórari kontrast til teirra konsertir. Og tað verður eisin sjón fyri søgn á Summar Festivalinum komandi summar.