Tveir tvíburðar, sum vórðu burtadopteraðir við føðingna til hvør sína familju, giftust, uttan at vita, at tey vóru í familju Rætturin í Onglandi hevur ógildað eitt hjúnarband millum eitt par, ið var blivið gift uttan at vita, at tey vóru systkin. Tey vóru fødd sum tvíburðar, men blivu burtadopterað til hvør sína familju.
Parið fekk sjálvandi ein skelk, tá tey fingu at vita, hvussu støðan var. Hvørgin teirra hevði fingið at vita, at tey áttu ein tvíburða. Tað funnu tey ikki útav, fyrr enn tey vórðu gift, skrivar BBC.
Tey høvdu kent seg serliga drigin hvør at øðrum fra fyrstu løtu, tey hittust, og skjótt gjørdust tey góð og seinni giftust tey.
Hendingin hevur ført til eitt størri kjak í Onglandi um, hvussu tað slepst undan, at fólk, sum eru í familju, ikki gerast skotin í hvørøðrum, tí tey ikki kenna til familjuviðurskiftini.