Tær eru døtur Aase Stecher úr Århus og Johan Peter Joensen úr Hesti. Jóan Petur var skúlastjóri í Klaksvík 1952-56 og fyrsti landsskúlaráðgevarin 1956-65.
Alma og Herdis tóku realprógv í Havn í 1960. Alma var fyrst arbeiðsgenta í eina tíð hjá Edith og Jákup í Jákupsstovu, arbeiddi so í Barnagarði Drotning Ingridar í eitt ár og var á Askov Háskúla veturin 1962-63. Hon tók prógv frá Socialpædagogisk Børnehaveseminarium í Århus í 1965.
Í Århus hitti hon Karl Jóhan Fossá úr Havn, sum las til lækna. Tey giftust í 1964 og eiga tríggjar synir. Jón er føddur í 1965 og er veikstreymsverkfrøðingur. Rasmus er føddur í 1971 og er eisini veikstreymsverkfrøðingur. Frans er føddur í 1972.
Alma arbeiddi í barnagarði í Århus í tvey ár. Síðani var hon á talustovni í Risskov í gott 4 ár. Seinni var hon aftur á Barnagarði Drotning Ingridar.
Í 1975 vóru Alma og Karl Jóhan í Nykøping í Svøríki og fluttu síðani til Tvøroyrar, har hann fekk starv sum kommunulækni. Har vórðu tey búgvandi.
Herdis tók studentaprógv í Havn og fór saman við systrini á Askov. Síðani fór hon á læraraskúla í Hjørring í 3 ár og tók prógv har. Hon fór til Tanzania at vera lærarinda hjá donskum, svenskum og týskum børnum og var har í 3 ár.
Heimafturkomin tók hon við starvinum sum lærarinda í einum lítlum vesturjútskum skúla og var har í meira enn 12 ár. Í hesi bygdini, Sdr Vium, tóku tey eitt árið ímóti skúlabørnum úr Føroyum, og tvey ár vitjaðu børn haðani her.
Herdis fór í 1983 til Tarm at vera lærarinda. Hon tók prógv sum serlærari í 1986 og fekk seinni útbúgving innan hoyrn. Hon starvaðist so sum ráðgevari fyri lærarar í Ringkøbing í 8 ár. Eftir tað arbeiddi hon sum lesi- og staviráðgevari í Egvad. Saman við einum starvsfelaga hevur hon givið út eina bók um stavimedotik.
Í 1990 fór Herdis at halda saman við læknanum Charlotte og seinni giftust tær. Tær vóru fyrsta skrásetta parlag í Ringkøbing.