Danmark
Tað gongst framvegis striltið hjá feløgunum hjá Óla Johannesen og Øssuri Hansen. Hvidovre og B93 liggja í tunga endanum á næstbestu deildini, og í síðstu viku varð alment kent, at bæði feløgini eru í álvarsomum fíggjarligum trupulleikum.
Í blaðnum í dag stendur, at Óli Johannesen og hinir í Hvidovre skulu hava nýggjan venjara. Vit hava skilt á lagnum, at Óli Johannesen og hinir spælararnir í Hvidovre hava verið fegnir yvir venjaran, og serliga hjá tvørámanninum í miðverjuni man tað kennast dyggur smeitur, at Frank Skytte nú fer úr felagnum.
Sunnudagin megnaði Hvidovre eitt gott úrslit. Teir vóru í Farum, har áhugin fyri at fáa teirra lið upp í bestu deildina er rættuliga stórur. 1.425 áskoðarar vóru møttir upp, og tað er eitt høgt tal í næstbestu deildini. Heimaáskoðararnir vóru vónbrotnir, tí einki mál kom. Harvið er brotssparksmálið, sum Óli Johannesen skoraði næstsíðsta vikuskifti, framvegis seinasta málið, sum Hvidovre hevur fingið.
Øssur Hansen og B93 vóru í Fredericia, har tað frammanfyri 311 áskoðarum eisini endaði málleyst. Randers Freja og Atli Gregersen megnaðu eitt gott úrslit á heimavølli. Frem vitjaði, og tað endaði 1?1. Tað sóu 740 áskoðarar.