Tvær bøkur um Leirvík

Martin Fjallstein hevur givið út 2. bind av Leirvíkar bygdarsøgu. Steffen Stumann Hansen og Kristian Martin Eliasen geva út bókina Fólk í Leirvík í 1901 ? í myndum og teksti. Herfyri legði Martin Fjallstein fram sítt 2. bind av Leirvíkar bygdarsøgu.

Framløgan var í Bátasavninum í Leirvík, har Fríðfinnur Johnson eisini hugleiddi. Rithøvundurin signeraði bøkur, og nógv fólk vóru við til løtuna.

Í bygdarsøguni hesaferð skrivar Martin Fjallstein eitt nú um staðarnøvn, trúarlív, losju, KFUM-skótar og um hús og ættir í býlinginum við Garð í 300 ár.

Við løtuna í Bátasavninum framførdi ungi leirvíkingurin, Jón Eliasen, eitt tónleikarstykki á klaveri. Hann spældi eisini undir, tá Tórhild Bjarkhamar sang tveir jólasangir.

Undir løtuni var eisini høvi hjá fólki at heilsa uppá vinir og kenningar og njóta ein kaffimunn í hugnaliga umhvørvinum.

Bowlinghøllin í Leirvík var karmur um framløguna hjá Steffen Stumann Hansen og Kristian Martini Eliasen, sum geva út bókina: Fólk í Leirvík í 1901 ? í myndum og teksti.

Eini 50 fólk vóru til framløguna í Bowlinghøllini, har høvi eisini var at heilsa uppá rithøvundarnar, eins og teir signeraðu bøkur.

Við løtuna greiddi Kristian Martin Eliasen frá, hvussu samarbeiði millum hann og Steffen var komið í lag. Hann greiddi eisini frá, hvussu teir høvdu fingið til vega myndir og frágreiðingar.

Steffen Stumann Hansen greiddi frá søguni hjá fleiri av teimum, sum høvdu tikið myndirnar, og hvussu umstøður vóru tá í tíðini til at taka myndir.

Báðar frásagnirnar vóru sera áhugaverdar, skilst á heimasíðuni hjá Eysturkommunu, sum eisini eigur myndina av Martini Fjallstein, sum vit hava til henda greinastubban.