Er keypið av sethúsunum á Argjum til barnagarð, og innrættanin av barnagarði í Sjónleikarhúsinum í Havn, endaliga slept, fer tíðin at vísa. Í umbúna eru aðrar ítøkiligar ætlanir, sum fara at útvega fleiri stovnspláss í Tórshavnar kommunu, hóast tær langt frá nøkta stóra tørvin sum er og sum bara veksur.
Arbeitt verður nú við at byggja út verandi býlingshús Millum Gilja og á Ternuryggi, og tá ið hesar eru lidnar, eru 40 pláss tøk. Hesa útbyggingarnar eru partur av samtykt í fjør, har avrátt varð at byggja fýra býlingshús út í kommununi. Útbyggingarnar av býlingshúsunum á Flat og Undir Fjalli vórðu lidnar í vár og har eru 20 børn sloppin inn á hvønn stovnin.
- Býlingshúsið Millum Gilja verður fyrst útbygt. Væntandi verður eitt sindur størri stríð at byggja býingshúsið á Ternuryggi út, tí har skal spreingjast, og tað má gerast í onkrari frítíð hjá børnunum. Um broytingar annars skulu gerast, nú hinar útbyggingarnar eru royndar, fara vit eisini at taka støðu til, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð.
Liðugt næsta vár
Á fundi í sosialu nevnd í farnu viku varð avrátt at heita á fíggjarnevndina um at útvega pening til útbyggingarnar. Hvør útbygging er mett at kosta umleið 1,5 mió. krónur.
- Eg rokni við, at farið verður í gongd í ár. Og næsta vár skuldi tað fyrra verið klárt at tikið í nýtslu.
Fyrst í komandi viku verður støða tikin til, hvussu peningurin, ið var oyramerktur til kontantgjaldið til foreldur, skal brúkast til. Eftir av játtanini eru 600.000 krónur. Umsitingin í býráðnum skal gera tilmæli um, hvat peningurin skal brúkast til. Undir øllum umstøður verður upphæddin brúkt til barnaansingarøkið.
Dagstovnurin í Vesturbýnum súltaður?
At fáa ognarviðurskiftini á økinum, har nýggi dagstovnurin í Vesturbýnum skal byggjast, í rætt lag, tekur eftir øllum at døma sera langa tíð. Í gjár var málið fyri á leiðarafundi í býráðnum.
- Málið gongur alt ov seint. Eg streingi á at fáa økið prosjekterað og stovnin teknaðan beinanvegin, hóast ognarviðurskiftini ikki eru komin uppá pláss. Dagstovnurin skal standa liðugur næsta ár, sigur Elin Lindenskov.
Tórshavnar býráð hevur í bløðunum í seinastuni sóknast eftir fleiri dagrøktarmammur. Tað hevur víst seg vera sera trupult at fáa fleiri í arbeiði, hóast bæði lønar- og arbeiðsviðurskiftini hjá dagrøktarmammununum eru bøtt munandi. Dagrøktarskipanin í Tórshavnar kommunu er normerað til 300 børn, men av tí, at so stórt trot er á dagrøktarmammum, er talið á børnum, sum eru í skipanini, væl minni. Søkja nóg mikið av dagrøktarmammum hesa ferð, sleppa 60 børn inn í ansingarskipanina afturat. Sostatt er talan um ein tørv á umleið 10-15 dagrøktarmammum.