Tvær broytingar á føroyska liðnum

HM 2022: Tveir nýggir mans er við frá byrjan til landsdystin móti Eysturíki

Heini Vatnsdal og málskjúttin, Meinhard E. Olsen, eru nýggir frá byrjan í liðuppstillingini frá 1-1 javnleikinum móti Moldova til dystin á Ernst-Happel leikvøllinum í Eysturríki. Heini byrjar inni fyri Odmar Færø, sum fór skaddur av vøllinum í Moldova, meðan Meinhard E. Olsen fær plássið frá Klæminti A. Olsen, sum spældi allan dystin móti Moldova.

Gunnar Nielsen byrjar í málinum, og í verjuni vera Viljormur Davidsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad og Gilli Sørensen. Føroyska miðvøllin manna Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar og Brandur Olsen, meðan Meinhard E. Olsen og Jóan Símun Edmundsson vera fremstu menninir á føroyska liðnum.

Eykaspælarar: Teitur Gestsson, Tórður Thomsen, Jóannes Kalsø Danielsen, Ári Mohr Jónsson, Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Patrik Johannesen, Dan í Soylu, Jákup Biskopstø Andreasen, Tróndur Jensen, Jóannes Bjartalíð, Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen.

FM1 sendir frá klokkan 19. Dysturin byrjar klokkan 19.45.