Tað verður ein serlig EM-finala hjá Cristiano Ronaldo hjá Portugal, og hjá Antoine Griezmann hjá Fraklandi. Hetta verður onnur evropeiska finalan hjá teimum báðum í hesum árinum. Tá Real Madrid vann Champions League finaluna uppá brotssparkskapping fyrr í ár var Cristiano Ronaldo partur av liðnum hjá Real Madrid, og Antoine Griezmann var partur av liðnum hjá Atletico Madrid. Tá kom Cristiano Ronaldo sigrandi frá uppgerðini. Portugisiski Pepe var eisini partur av sigrandi Real Madrid liðnum.
Her er eitt yvirlit yvir spælarar, sum hava spælt EM-finalu og Champions Leaugue/Champions Cup finalu í sama ári við úrslitunum frá EM-finalunum og Champions Cup/League finalunum. Tað er norska TV2, sum hevur gjørt yvirlitið :
1964:
- Spania-Sovjet 2-1
- Inter-Real Madrid 3-1
Spania og Inter: Luis Suárez
Spania og Real Madrid: Ignacio Zoco og Amancio Amaro
1976:
- Kekkoslovakia – Vesturtýskland 2-2 (5-3)
- Bayern München – Saint-Étienne 1-0
Vesturtýskland og Bayern: Sepp Maier, Hans-Georg Schwarzenbeck, Franz Beckenbauer, Uli Hoeneß
1980:
- Belgia – Vesturtýskland 1-2
- Nottingham Forest – Hamburg 1-0
Vesturtýskland og Hamburg: Manfred Kaltz og Horst Hrubesch
1988:
- Sovjet-Niðurlond 0-2
- PSV-Benfica 0-0 (6-5)
Niðurlond og PSV: Hans van Breukelen, Ronald Koeman, Berry van Aarle og Gerald Vanenburg
2004:
- Portugal-Grikkaland 0-1
- Monaco-Porto 0-3
Portugal og Porto: Ricardo Carvalho, Nuno Valente, Maniche, Costinha, Deco, Paulo Ferreira
2008:
- Týskland-Spania 0-1
- Manchester United-Chelsea 1-1 (6-5)
Týskland og Chelsea: Michael Ballack
2012:
- Spania-Italia 4-0
- Bayern-Chelsea 1-1 (3-4)
Spania og Chelsea: Juan Mata og Fernando Torres
2016:
- Frakland-Portugal ?
- Real Madrid-Atlético Madrid 1-1 (5-3)
Frakland og Atlético: Antoine Griezmann
Portugal og Real: Cristiano Ronaldo og Pepe