Tvær ferðir 100

Hóast eingin av føroysku leikarunum hesaferð fór um runt dystartal, so var talan kortini um jubileum á Tórsvølli mikukvøldið.
2-0 málið hjá Cissé var nevnliga mál nummar 100, sum er farið ígjøgnum hjá føroyska landsliðnum í HM-undankappingardystum. Av 32 dysturm hava vit vunnið 4, spælt 1 javnleik og tapt 27. Samlaða málúrtøkan í hesum er 17-100.
Samstundis er tað eisini gloppið ímillum, at seinna málið hjá Malta á Svngaskarði var mál nummar 100, sum er farið ígjøgnum hjá føroyska liðnum, tá spælt hevur verið á heimavølli í altjóða skrásettum dystum. Altso íroknað HM-, EM-, og vinardystir. Her hava Føroyar 43 ferðir spælt á heimavølli. 8 sigrar, 6 javnleikir og 27 tap er tað vorðið til, og málúrtøkan í heimadystunum hevur verið 38-102.