Real Madrid vann í kvøld 4-1 í útsetta La Liga dystinum móti Celta Vigo. Við tveimum málum frá Cristiano Ronaldo er Real Madrid eitt stig frá at tryggja sær spanska meistaraheitið, fyri fyrstu ferð síðani 2012.
Dysturin bleiv upprunaliga útsettur vegna vánaligt veður. Síðani hevur ikki eydnast at finna eina dagfesting, har dysturin kann spælast. Millum annað tí at Real Madrid hevur verið við í Champions League, meðan Celta Vigo hevur havt dystir í bæði sponsku steypakappingini og Europa League.
Real Madrid hevði undan dystinum spælt ein dyst færri enn FC Barcelona, sum tá hevði eins nógv stig, men er betri í innanhýsis uppgerðunum. Ti skuldi Real Madrid í minsta lagi hava stig í kvøld, fyri at leggja seg á odda undan seinasta leikdegi, sum verður um vikuskiftið.
Stóri maðurin á vøllinum var enn eina ferð Cristiano Ronaldo, sum skoraði tvey tey fyrstu málini fyri Real Madrid. Celta Vigo fekk síðani ein mann útvístan, men megnaði at minka um munin, áðrenn Karim Benzema og síðani Toni Kroos staðfestu sigurin.
Í seinasta umfari spælir Real Madrid á útivølli móti Malaga, meðan FC Barcelona spælir á heimavølli móti Eibar.
1
37
63
90
2
37
77
87
3
37
41
75
4
37
15
69
5
37
21
64
6
37
12
63
7
37
6
63
8
37
7
54
9
37
-2
54
10
37
-2
53
11
37
-4
46
12
37
-7
46
13
37
-16
44
14
37
-18
39
15
37
-23
38
16
37
-19
34
17
37
-21
33
18
37
-30
30
19
37
-49
22
20
37
-51
20