Frá 15. mars fara bingjuskip hjá Eimskip tvær ferðir um vikuna at sigla á Vág.
- Vágur verður tá partur av rutunetinum hjá Eimskip úr Norðuratlantshavi á evropeiska meginlandið.
Vágs kommuna sigur, at rutan hjá Eimskip byrjar í Íslandi og siglt verður síðan til Føroya, Stórabretland, Týskland og Háland.
Tað eru bingjuskipini, Selfoss og Brúarfoss, sum røkja hesa rutuna hjá Eimskip. Selfoss og Brúarfoss eru 126,6 metrar langir og 20,5 metrar breiðir. Selfoss er bygdur í 1991 og Brúarfoss í 1992.
Fyrsti túrur hjá Brúarfoss á Vág verður mánadagin 18. mars seint á kvøldi.
- Tvey reiðarí sigla á Vág. Umframt Eimskip, sum nú fer at sigla á Vág, hevur reiðaríið Fresh Link eisini siglt við farmaskipi á Vág seinastu árini. Fresh Link er í rutu millum Føroyar og Skotland, sigur Vágs kommuna.