Tað verða tvær fjóðringsfinalur í Champions League í kvøld, Bayern München-Juventus og Paris St. Germain-Barcelona.
Báðir dystirnir síggja spennandi út, men yvir tveir dystir munnu Barcelona vera tað liðið, ið hevur bestu kortini á hondini. Ikki minst eftir, at teir vendu einum 0-2 tapi á útivølli til ein samlaðan sigur á heimavølli í síðsta umfari móti Milan.
Dysturin verður eisini spennandi á tann hátt, at her møtast tvær av størstu stjørnunum í fótbóltsheiminum, Zlatan Ibrahimovich og Lionel Messi.
Bayern München ladaði upp til brakið móti Juventus við einum knúsandi 9-2 sigri móti Hamburger SV um vikuskiftið.
Øll fýra liðini eru greitt á odda í egnum landskappingum við frá sjey upp til 20 stigum, nú fáir dystir eru eftir.
Sum vant verður møguleiki at fylgja dystunum í Champions League, og tey, ið ynskja at síggja Paris Saint Germain-Barcelona skulu bara klikkja á TV3+, meðan TV3 Sport 1 vísir Bayern München-Juventus.