Tvær konsertir fyri klarinett í Havn

Sum undanfarin ár, fer Føroya KlarinettOrkestur, KFO, aftur hesa ferð at spæla á Mentanarnáttini í Havn.

Fríggjadagin er orkestrið við í tveimum konsertum.

Í samband við tiltakið, sum nevnist Tórshavnar musikkskúli 2015, spælir FKO í Posthúskjallaranum klokkan 19.30, saman við rytmubólki.

Á konsertini verða kendir tónar at hoyra frá Glenn Miller, Leroy Anderson, Michael Jackson og onnur.

Klokkan 21 hevur orkestrið aftur konsert, hesa ferð í Mariukirkjuni ein konsert bert við Ave Maria-satsum.

Saman við solistum á obo, fagot, saxofon, trombone og klaver, spælir FKO verk hjá átta klassiskum tónaskøldum.

Øll verkini hava heitið Ave Maria, siga tey í orkestrinum.