Tvær kvinnur lokið útbúgving sum kommunulæknar

Tveir kvinnuligir kommunulæknar er lagdir afturat føroyska hópinum, nú Ása Jaspursdóttir Jacobsen og Amalia Danielsen vórðu lidnar við útbúgving teirra sum serlæknar í almennum medisini. Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni. 

 

 

- Ása Jaspursdóttir Jacobsen og Amalia Danielsen hava tikið fýra og eitt hálvt ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum, har tær hava verið í ymiskum læknaviðtalum runt í landinum. Ása hevur fingið fast starv í Eiðis læknadømi, og Amalia hevur fingið vikariat í Tórshavn, skrivar Landssjúkrahúsið.

 

 

Í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna.