Vinna
»Knalltal og null lus«
Soleiðis skrivar norska Finansavisen um Bakkafrost av Glyvrum, sum í løtuni fyrireikar seg til skráseting á norska virðisbrævamarknaðinum.
Og tað eru ikki smávegis upphæddir, sum eru í væntu, tá felagið skal skrásetast.
Sambært norska blaðnum bendir úrslitið á, at samlaða kursvirðið fer at liggja nakað omanfyri tvær milliardir norskar krónur, og við hesum verður Bakakfrost størsta føroyska fyritøkan á marknaðinum.
Fyrst og fremst leggur blaðið dent á góðu inntjeningina, sum Bakkafrost hevur. Lutfallið millum ovastu og niðastu linjuna í roknskapinum – altso umsetningog ársúrslit – er góð 18%. Og tað er nakað langt omanfyri tað, sum norskir alarar kunnu vísa á. Fyrst og fremst tí góða sjúkustýringin hjá føroyskum alarum ber við sær, at hvørt kilo av laksi hjá Bakkafrost verður framleitt fyri einar 4-5 krónur minni enn tað, sum norskir alarar kunnu framleiða sama fisk fyri.
Bakkafrost legði tann 1. januar í ár saman við Vestlaks, og gjørdist við hesum ein av størstu alifyritøkunum í heiminum. Føroya Banki eigur í dag 33,6% av fyritøkuni, og tann parturin skal ætlandi seljast, tá fyritøkan verður skrásett á partabrævamarknaðinum.