Tvær níggju ára gamlar gentur druknaðu, tá tær spældu í fjøruni nærhendis norska býnum Kristiansund í gjárkvøldið. Norska løgreglan sigur, at tríggjar gentur vóru farnar oman í fjøruna at spæla, og at allar tríggjar duttu á sjógvin.
Fólk hoyrdu genturnar rópa neyðarróp og fóru til hjálpar.
Ein av gentunum bleiv funnin beinanvegin, og hon vísti seg at vera á lívi. Hinar báðar vórðu funnar seinni. Tær vórðu alt fyri eitt fluttar á sjúkrahús, men allar royndir at bjarga lívi teirra vóru til fánýtis, sigur løgreglan.
Í morgun savnaðust fólk niðri í fjøruni at minnast tær báðar genturnar, skrivar Aftenposten.