- Bakkafrost skal hava ein alibát av tí størra slagnum, og Luna skal hesaferð hava ein minni og smidligari bát, sigur stjórin í KJ Hydraulik, Ólavur A. Olsen. KJ Hydraulik á Kambsdali hevur fingið tveir nýggjar sáttmálar um at smíða tvíkiljur. Hetta eru sáttmálar við alifeløgini, Bakkafrost og Luna, sum nú skulu hava tveir nýggjar bátar til sítt alivirksemi.
Fyritøkan á Kambsdali hevur gjøgnum árini smíðað nógvar alibátar, og bygginummarið hjá Bakkafrosti hesaferð er nummar 26 ? og bygginummarið hjá Luna er nummar 27.
Ólavur A. Olsen, stjóri í KJ Hydraulik, sigur, at báðir bátarnir sambært sáttmálanum skulu leverast tíðliga í summar.
Hann vil ikki upplýsa sáttmálaprísir, men sigur, at slíkir sáttmálar koma sera væl við hjá fyritøkuni, sum eisini fevnir um so nógv annað virksemi.
- Eitt er, at virksemið, sum alibátarnir skapa, ger, at felagið kann uppihalda sínum serkunnleika á hesum øki og góða samstarvinum við undirveitarar. Annað er, at hetta er við til at tryggja, at fyritøkan eisini kann veita aðrar tænastur, sum KJ Hydraulik hevur á so mongum økjum.
Stjórin sigur, at báturin, sum Bakkafrost í hesum førinum skal hava, er av tí størra slagnum. Hann verður umleið 13 metrar langur og 6 metrar breiður.
- Báturin, sum Luna hevur bílagt, verður ein minni bátur, sum verður beint omanfyri 10 metrar langur ? og 5 metrar breiður, sigur Ólavur A. Olsen.