Tvørafólk leggja seg í seðlarnar

Tvøroyrar Býráð leggur nú til brots og er farin undir fyrireikingar til at byggja bæði nýggjan skúla, nýggja svimjihøll og nýggjan fótbóltsvøll


Tvøroyrar Býráð ætlar rættiliga at leggja seg í seðlarnar tey næstu árini.
Býráðið hevur akkurát samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár og tað er ikki smávegis útbyggingar, ætlanin er at fara undir.
Serliga á mentanarøkinum, ætlar Tvøroyrar Býráð at taka stór tøk tey næstu árini.
Sostatt hevur Tvøroyrar Býráð næsta ár samtykt at seta pening av til at fyrireika at byggja bæði nýggjan skúla, nýggja svimjihøll og nýggjan fótbóltsvøll.
Í eini tvey ár hevur ein arbeiðsbólkur fyrireika nýggjan skúla og næsta ár hevur kommunan so sett 500.000 krónur av til at fyrireika at byggja nýggjan skúla.
 
Tíðin farin frá skúlanum
Borgarastjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, sigur, at nú er tíðin farin frá skúlanum á Tvøroyri, sum varð bygdur fyri 30 árum síðani.
Nú á døgum skulu skúlabygningar verða soleiðis, at tað eisini ber til hjá rørslutarnaðum at ferðast ótarnað í teimum. Men skúlin, vit hava, er alt annað enn vinarligur í so máta, tí har eru tær beru trappur.
Tí hevur býráðið í eina tíð hugsað um at byggja nýggjan skúla og næsta ár verður so av álvara farið undir fyrireikingarnar og peningurin, sum er settur av, skal brúkast til projekteringar og annað í tí sambandi.
Av tí at so lítið kjøt er á ætlanini enn, vita tey í løtuni heldur onki um, hvussu stórur og dýrur ein nýggjur skúli verður. Men ætlanin er nú at arbeiða miðvíst við ætlanini.
- Tað verður mett at vera rættiliga dýrt at nútímansgera skúlan og tí hugsað við meiri um at byggja nýggjan skúla, men heilt endalig avgerð er ikki tikin um tað enn.
Hann sigur, at endar tað við, at nýggjur skúli verður bygdur, verður hann helst bygdur inni í Trongisvági, har smábarnaskúli er frammanundan og so verða báðir skúlarnir tengdir saman.
Hvat skúlin úti á Tvøroyri skal brúkast til, er støða ikki tikin til.
- Men tað húsið er hóskandi til øll møgulig endamál, bara ikki til skúla.
 
Vilja tosa um samstarv
Kristin Michelsen sigur, at í hesum sambandi hugsar Tvøroyrar býráð um at seta seg í sambandi við
aðrar kommunur í Suðuroy at tosa um skúlaviðurskiftini. Býráðið hugsar fyrst og fremst um Hvalba og Fámjin, sum samstarva við Tvøroyri frammanundan, men hugsað verður eisini um aðrar kommunur.
- Talan kann verða um at økja um samstarvið á skúlaøkinum og at samansjóða skúlaskapin í Suðuroy meiri, so at vit fáa meiri nyttu burturúr teimum ymsu skúlunum, sigur Kristin Michelsen.
Men enn er hetta alt ov leyst til at siga meiri um enn.
 
Nýggjur ítróttardepil
Næsta ár hevur Tvøroyrar Býráð eisini samtykt at brúka 500.000 krónur til at fyrireika arbeiðið at byggja nýggjan ítróttardepil við nýggjum fótbóltsvølli og nýggjari svimjihøll.
Og tað er alt sum talar fyri, at nýggi ítróttardepilin eisini verður bygdur inni í Trongisvági, har skúlin er.
Borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at tað er greitt, at gamli vøllurin á Sevmýri verður ikki góðkendur nógv ár afturat og tí er neyðugt at gera nýggjan fótbóltsvøll.
Hann vísir eisini á, at svimjihylurin á Tvøroyri er 40 ára gamal og er illa farin og tí er eisini neyðugt at byggja ein nýggjan.
Men hvussu stórur hann verður, veit hann ikki.
Nú skal ein arbeiðsbólkur arbeiða víðari við hesum ætlanunum.  
Borgarstjórin sigur, at tað er neyðugt hjá Tvøroyrar Kommunu at fara undir hesar útbyggingar, tí á hesum økjum er Tvøroyrar Kommuna afturútsigld, tí vit hava ongan góðkendan vøll og svimjihylurin er í vánaligum standi.
Hann sigur, at tað er eisini ætlanin at tosa við aðrar kommunur um samstarv um hesa ætlanina at byggja nýggjan ítróttardepil. Men akkurát, hvat eitt møguligt samstarv skal fevna um, dugir hann ikki at siga beint nú.