Claus Bech Jørgensen er ikki einasta spælarin í næst bestu ensku røðini, sum hevur føroyskar ílegur í sær.
Á liðnum hjá QPR er Marc Nygaard nevnliga fastur maður av álopinum. Hálvi tvøramaðurin hevur áður roynt seg í hollendskum og italskum fótbólti, og nú er tað so í Onglandi, at hann ger um seg.
Um vikuskiftið vitjaði QPR hjá Sheffield United, sum tykist vera væl ávegis uppflyting til Premier League, men púrasta óvæntað vann QPR dystin.
Marc Nygaard skeyt fyrsta málið í dystinum eftir bara seks minuttum. Vertirnir komu tó bæði á javnt og framum, áðrenn teir eisini misnýttu brotsspark, og tað skuldi vísa seg at verða dýrt. Við einum sjálvmáli fekk QPR nevnliga javnað, áðrenn fyrrverandi Chelsea-framherjin, Paul Furlong skeyt sigursmálið eitt korter fyri leiklok.