Fólktalið í Tvøroyrar kommunu vaks við 60 fólkum í fjør, og tað størsti fólkavøksturin, sum var í landinum í 2012.
Burðaravlopið á Tvøroyri var 0, men 60 fólk fleiri fluttu til kommununa, enn tað fluttu úr henni. Virksemið á Tvøroyri er nógv vaksið orsaka av nýggja virkinum, og tað hevur havt sína ávirkan á fólkatalið.
Nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísir, at fólkatalið í Føroyum minkaði við 83 fólkum í fjør. Í 15 kommunum minkaði fólkatalið, og í 15 kommunum stóð fólkatalið í stað ella vaks.
Í Tórshavnar kommunu, sum er nógv tann størsta kommunan, vaks fólkatalið eitt vet. 28 fólk komu afturat í høvuðsstaðnum, og tað var ein vøkstur á 0,1 prosent. Klaksvíkar kommuna vaks við 27 fólkum, sum svarar til 0,6 prosent. Runavíkar kommuna minkaði við 6 fólkum, sum svarar til eina minking á 0,6 prosent. Og í Vágs kommunu var afturgongdin 3,7 prosent har vórðu tey 51 fólk færri.