Eftir at inntøkan av kommunuskatti á Tvøroyri mestsum bara hevur verið minkandi higartil í ár, aftur ímóti í fjør, sær nú út til, at vend er komin í. Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at tað hevur sæð svart út, men at tølini nú eru batnað aftur.
Tvøroyrar Kommuna setti í síni tíð nógv sparitiltøk í verk fyri at fáa javnvág í fíggjarlógina og sum tað sær út nú, verður ikki neyðugt við fleiri tiltøkum í ár.
Í ár hevur býráðið roknað við 46,2 milliónum í kommunuskatti. Higartil eru 31,5 milliónir komnar í kassan og sostatt resta góðar 14,7 milliónir í fyri at fáa fíggjarlógina at halda.
Men teir síðstu fýra mánaðirnar í fjør fekk Tvøroyrar kommuna 16,5 milliónir inn í kommunuskatti, so eydnast ikki at halda fíggjarlógina í ár, skal tað ganga rættiliga illa. Verður gingdin restina av árinum í ár tann sama sum í fjør, fara tvørtur ímóti 1,8 millión at leypa av.