– Tað søgdu vit við hvønn annan í steðginum. At 3-0 málið kom so tíðliga hjálpti eisini okkum væl, ásannaði Rógvi Jacobsen. Tískil helt hann seg eisini kunnað siga, at teir vóru einki aftanfyri EB/Streym, hóast teir spældu við tíggju monnum í ein heilan hálvleik.
Sigurin og stigini koma annars væl við hjá ÍF.
– Botnliðini hava ligið og andað okkum i nakkan, og tá er vandin stórur fyri, at vit enda longur niðri á stigatalvuni. Júst tí var ein sigur sum hesin, ið hálar okkum longur upp á stigatalvuni, ógvuliga umráðandi, segði Rógvi Jacobsen eftir dystin.