Tvísongur: Herborg og Terji

Herborg Torkilsdóttir er nýliga vorðin bjørt stjørna á føroyska tónleikahválvinum. Terji Rasmussen hevur verið har í mong, mong ár.

Nú hava hesi bæði funnið saman við mikrofonina.

Í eina tíð hevur verið lýst á sosialum miðlum við, at okkurt hevur verið í væntu. Og í kvøld er lagið Over The Top lagt á Youtube.

Tað er góður tími síðani at lagið varð lagt á netið, men longu eru nógv, ið hava spælt lagið.

Tey bæði rigga væl saman, bæi í sjónbandalagnum, har tey sita við studiomikrofonina, men eisini røddirnar rigga væl saman. Heldur ikki er ofta, at ein hoyrir Terja syngja á enskum.

Over The Top

Orð og lag : Herborg Torkilsdóttir
Bass og slaginstrumentir : Terji Rasmussen
Elguitar og guitar : Niclas Johannesen
Guitar : Herborg Torkilsdóttir
Ljóðupptøkur : Terji Rasmussen og Niclas Johannesen
Ljóðbland : Terji Rasmussen
Mastring : Kristoffur Mørkøre

Sjónbandalag upptikið av Rógva Rasmussen og klipt/samansett av Terja Rasmussen.

Lagið hoyristt her:

https://www.youtube.com/watch?v=sxG05wXzAxQ&feature=youtu.be&fbclid=IwAR1-nz5cmuX1vFDTR7WSAwaHQ9g0b5OzDX17k8eg9VAqiOksW59_-tmPvpM