TV2 vitjar Pál Joensen

Vitjanin hevur samband við møguligu luttøkuna í OL, har Pál Joensen hevur tilboð um at umboða Danmark.

Teir báðir sjónvarpsmenninir siga, at teir meta Pál Joensen vera áhugaverdan, tí hann møguliga verður við í OL, og tí at hann er komin so langt, sum hann er, undir teimum venjingarumstøðum, ið hann hevur.

Pál kann ætlandi síggjast á TV2 News í kvøld. Enn er ikki víst, um hetta verður í tíðindasending tíðliga á kvøldi, ella seinni.

Longri innslag um Pál Joensen verður so eisini í ítróttarsendingini hjá TV2 leygardagin, siga sjónvarpsmenninir frá TV2.