TV2 yvirtekur X Factor frá DR

Frá 2019 ber til at síggja vælumtóktu sjónvarpssendingina »X-Factor« í Danmark á TV2, sum tekur yvir rættindini frá Danmarks Radio.

 

TV2 hevur gjørt avtalu við framleiðslufelagið Blu og Freemantle Media um rættindini til sangkappingina.

 

– Vit gleða okkum til avbjóðingina við »X-Factor« við frískum kreftum.

 

– Talan er um eina stóra undirhaldssending uttanlands og sum er enn størri í Danmark, sigur Lotte Lindegaaard, sum er stjóri á TV2.

 

DR hevur sent »X-Factor« síðani 2008, og harvið kann DR í 2018 vísa sendingina fyri 11. og seinastu ferð.

 

Tað var frammanundan greitt, at hetta var seinastu ferð, at DR sendir »X-Factor«.

 

Í 2008 sóu 2,2 milliónir finaluna í »X-Factor«. Finaluni í 2017 sóu 1,6 milliónir sjónvarpshyggjarar.

 

/ritzau/