Tvær broytingar ímóti Svøríki

Anna Brimnes úr AB verður í kvøld á landsliðnum fyri fyrstu ferð

Tað oysregnar í Gøteborg í morgun. Harvið verður avbjóðingin, sum frammanundan hevur kent ovurhonds stór, ikki minni, tá ið føroyska kvinnulandsliðið klokkan 19 lokala tíð og harvið klokkan 18 føroyska tíð á Gamla Ullevi vøllinum skal spæla HM undankappingardyst ímóti Svøríki.

Føroyska liðið er sett. Sammett við liðið, sum fyri einum stórum mánað síðani – 26. september – legði rygg til 6-0 tap á útivølli ímóti Póllandi, hevur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, gjørt tvær broytingar.

Onnur er, at Liljan av Fløtum Petersen verður miðverji undir liðini á Malenu Josephsen. Liljan avloysir Báru S. Klakstein, sum ikki er við í Gøteborg.

Hin broytingin er, at Anna Brimnes úr AB verður verjukendur miðvallari í staðin fyri Olgu Kristinu Hansen, sum undanfarnu ferðirnar hevur verið framrættaður miðvallari. Hetta verður fyrsta ferðin, at Anna Brimnes, sum leygardagin fylti 18 ár, fer at spæla á landsliðnum.

Tær fyrstu ellivu á føroyska liðnum á Gamla Ullevi vera hesar: Randi Wardum, Østerbro Boldklub - Sigrid Jacobsen, KÍ, Malena Josephsen, KÍ, Liljan av Fløtum Petersen, HB, Oddrún Danielsen, Østerbro Boldklub - Íðunn Magnussen, EBS/Skála, Ansy Sevdal, EBS/Skála, Anna Brimnes, AB, Fríðrún Danielsen, EBS/Skála, Rannvá B. Andreasen, KÍ - Heidi Sevdal, HB.

Á beinkinum: Bjarta O. Johannesen, B36, Sigrun K. Kristiansen, EBS/Skála,Lív Arge, HB, Eyðvør Klakstein, KÍ, Laila Pætursdóttir, KÍ, Annika Petersen, KÍ, og Olga Kristina Hansen, Østerbro Boldklub.