Tvær ferðir 5-0 við Margáir

Løgmanssteypið: EB/Streymur vann í kvøld stórsigur ímóti 07 Vestur, sum tvey tey seinastu árini hevur verið í hálvfinaluni

Tað endaði við 5-0 heimasigri, tá ið EB/Streymur í góðum líkindum í kvøld hevði vitjan av 07 Vestur í fyrsta umfari í steypakappingini.

 

07 Vestur hevur ongantíð vunnið kappingina um løgmanssteypið. Tvey tey seinastu árini hevur av álvara verið steypahýrur í Vágum. Í 2022 vann 07 Vestur seg í hálvfinaluna ímóti KÍ, og í fjør vann 07 Vestur seg í hálvfinaluna ímóti HB.

 

Nú er greitt, at 07 Vestur verður ikki partur av hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið í ár.

 

Í kvøld var 07 Vestur gestur við Márgáir, og har vann EB/Streymur 5-0. Tað er ikki á hvørjum ári, at EB/Streymur vinnur við fimm málum. Tá ið EB/Streymur á summarmáa vann 50 í landskappingardysti við Margáir ímóti ÍF, var tað fyrstu ferð í 10 ár, at talan var um so stóran EB/Streyma sigur. Og í kvøld var aftur talan um sigur við fimm málum.

 

Tað gekk javnt á undan steðginum, men tá ið teir fóru at hvíla seg var 2-0 til heimaliðið, sum tók av, tá ið møguleikarnir vóru har. Í báðum førum var tað eftir skotroynd og eitt sindur av aftur og fram. Í fyrra førinum var tað miðvallarin Suni Herman Petersen, sum eitt vet innanfyri brotsteigarmarkið og eitt sindur til vinstru var fyrstur á, tá ið bólturin støkk út ímóti honum. Hann smekkaði til, og bólturin streyk dygst inn við nærra stólpa.

 

Tað var í 41. minutti, og tríggir minuttir seinni var 2-0. Tað málið skoraði miðvallarin Emil Weihe Joensen úr eitt sindur spískum í vinstru.

 

Eitt lítið korter eftir steðgin var tað Jens Erik Bruhn, sum økti um munin til 3-0, tá ið hann fyri aðru ferð, síðani hann flutti úr TB og til EB/Streym, var málskjútti.

 

Um nøkur luft tá var eftir í 07 Vestur spælarunum, so fór hon heilt úr teimum. Verjuspælið var lítið sannførandi, og fýra minuttir seinni var tað Filip Djordjevic, sum økti um munin til 4-0. Og so var tað tríggjar minuttir undan leikloki, at Marius Árting Allansson eftir gjøgnumbrot í høgru og flatt skot staðfesti 5-0 heimasigurin. Marius avloysti Filip Djordjevic, tá ið tað restaði eitt korter.

 

Mánakvøldið fer 07 Vestur at spæla á heimavølli ímóti HB, og týskvøldið fær EB/Streymur vitjan av KÍ.

 

 

 

EB/Streymur – 07 Vestur 5-0 (2-0)

 

1-0: Suni Herman Petersen 41.

 

2-0: Emil Weihe Jowensen 44.

 

3-0: Jens Erik Bruhn 58.

 

4-0: Filip Djordjevic 62.

 

5-0: Marius Árting Allansson 87. 

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.30