Tvær ferðir í áttandapartsfinaluni

OYL 15: Føroyar hava í dag spælt seg í tvær áttandapartsfinalur í badminton

Bert fáar tímar eftir drúgvu badminton finaluna í liðkapping í gjárkvøldið, hava teir føroysku badminton leikararnir aftur verið í eldinum í morgun.

 

Tað er í single kappingini hjá kvinnum, og í double kappingini hjá monnum, at okkara hava spælt.

 

Í single kappingini hjá kvinnum, spældi Rannvá Djurhuus Carlsson ímóti Sophie Baggot frá Isle of Wight. Rannvá vann dystin 2-0 við sett úrslitunuum 21-2 og 21-7.

 

Kristina Eriksen tapti sín dyst í single kappingini hjá kvinnum ímóti Jessica Li frá Isle of Man, sum vann 2-0.

 

Rannvá Djurhuus Carlsson, sum er seedað sum nummar 1 í single kappingini hjá kvinnum, skal í áttandapartsfinaluni spæla móti Emma Calow frá Bermuda.

 

Í double hjá monnum, hava Aksel Poulsen og Niclas H. Eysturoy eisini leikt seg víðari. Teir vunnu dystin móti Isle of Man 2-1 við sett úrslitunum 10-21, 21-17 og 16-21.

 

Magnus Dal-Christiansen og Bartal Poulsen taptu sín dyst 2-1 í double kappingini hjá monnum móti Isle of Wight.

 

Aksel Poulsen og Niclas Eysturoy skulu í áttandapartsfinaluni í double hjá monnum spæla ímóti Guernsey.