Tvær miljónir fólk vilja hava atgongumerki til Ronaldo-Messi dystin

Komandi hósdag klokkan 17 spælir eitt saudiskt úrvalslið vinardyst móti PSG í Riyadh í Saudiarabia

Komandi hósdag klokkan 17 verður ein venjingardystur í Saudiarabia millum eitt úrvalslið við leikarum hjá liðnum hjá Cristiano Ronaldo, Al-Nassr og saudiska meistaraliðnum, Al-Hilal og Paris Saint Germain við Lionel Messi, Kylian Mbappé og Neymar á liðnum.

 

Hóast talan bara er um ein venjingardyst, so er tað eitt ófatuliga stórt av fólki sum roynir at ogna sær eitt atgongumerki til dystin. Saudisku fyrireikararnir hava boðað frá, at heili tvær miljónir fólk ynska at síggja dystin á leikvøllinum í Riyadh, so tað vera mong sum vera við sviðið soð.

 

Al-Hilal leggur annars nógv fyri fíggjarliga fyri at fáa Lionel Messi at skifta PSG um við Al-Hilal. Al-Hilal hevur bjóðað Messi eina ársløn, ið er omanfyri tvær miljardir krónur í okkara peningi. 

 

At hava bæði Ronaldo og Messi í saudisku liguni skal vera fremjandi fyri, at Saudiarabia saman við Grikkalandi og Egyptalandi kann vinna rættin at vera vertur fyri HM-endaspælinum í 2030.