Hallirnar í Klaksvík treingja til bøtnandi hond. Tað er komið fyri, at kappingar ella dystir eru fluttir ella útsettir í eittnú badmintonhøllini, tí ikki hevur verið gjørligt at spælt har. Eisini KÍ Høllin hevur trongt til bøtnandi hond.
- Á býráðsfundi í kvøld var tað málið um hallirnar, ið fylti mest. Men eitt samt býráð samtykti einmælt at seta 2 milliónir av til hallirnar, fyrst og fremst badmintonhøllina, men eisini til ábøtur á Kí Høllina, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Hann væntar tó, at við tí tryggingarpeningi, sum tey væntandi fáa fyri skaðar, so verður endaliga upphæddin nakað størri, og hugt verður tí uppá eina heildarloysn fyri KÍ Høllina eisini.
- Tað hevur verið ført fram í kjaki, hvørt vit nú taka pening frá verkætlanini við Ziskatrø skúlanum. Men har hava vit sett 8 milliónir av til ta verkætlinina í ár, og so 70 milliónir tey komandi árini, sigur Jógvan Skorheim, sum sostatt metur stóru skúlaverkætlanina vera í tryggari legu.
- Hetta er ein skúlaverkætlan uppá 70 milliónir, og er heilt víst sera stór verkætlan, og eisini stórsta einstaka verkætlanin, sum sitandi býráð gjøgnumførir, sigur Jógvan Skorheim.
Ungdóms býráð
Á býraðsfundinum í kvøld tosaði Klaksvíkar Býráð eisini um komandi ungdómstingi í Klaksvík, men samtykt varð at broyta heitið til Ungdóms Býráð.