Ein útvarpsstøð í Uganda hevur fingið bót, tí hon hevði eina samrøðusending við samkyndum monnum.
Ugandiski kunningarmálaráðharrin, Nsaba Buturo, vil vera við, at sendingin eggjaði fólki til at liva sum samkynd. Uganda er eitt guðrøkið land, og tað er ólógligt at liva sum samkyndur her, sigur ráðharrin, og hann kærdi tí útvarpsstøðina fyri útvarpsnevndini. Úrslitið var, at støðin fekk 7.000 krónur í bót.
Bótina hevur útvarpsstøðin goldið, men hon hevur samstundis gjørt vart við, at hon ætlar sær ikki at góðtaka fleiri bøtur av hesum slagnum. Joshua Kyalimba, útvarpsmaður, sum legði sendingina við teimum samkyndu til rættis, sigur, at tey samkyndu hava rætt til at bera síni sjónarmið fram.