Útvarpið hevur ikki viðgjørt støðuna

Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari, sigur, at tey als ikki hava viðmerkingar til trætuna millum SvF og FSF

Kringvarpið

Hóast Sjónvarpið í løtuni mest sum hevur boykotta fótbóltin, so tykist hetta ikki hava stórvegis ávirkan á hin partin av Kringvarpinum.
Sunnudagin var »bólturin« í øllum førum sum vant á skránni, og enn er ósemjan millum SvF og ÍSF als ikki umrødd í Sortudíki.
 Nú kenni eg sum so einki til akkurát hesa ósemjuna, og tí fari eg ikki at taka støðu til, hvørt vit eisini gera nakað við hetta, sigur Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari í SvF.
 Eg kann bara svara fyri okkum, at vit hava umrøtt sáttmálan millum Kringvarpið og FSF her hjá okkum. Tá vórðu vit kunnað um, at fatanin hjá Kringvarpinum av sáttmálanum var, at vit kundu brúka sponsorheiti, tá hetta varð mett hóskiligt og náttúrligt. Hinvegin hava vit samstundis ta støðu, at tíðindafólk í Útvarpinum ikki skulu lesa handilslýsingar, og tí hava vit í sera lítlan mun nýtt slík sponsorheiti.
Men avtalan við ÍSF er gjørd við Kringvarpið, sum jú umfatar bæði út- og sjónvarp. Er tað hugsandi, at tit kanska eisini gerast partur av trætuni?
 Tað fái eg sum sagt ikki gjørt viðmerkingar till. Fyrst og fremst, so er spurningurin als ikki umrøddur her hjá okkum. Og hartil, so er talan um tvær sjálvstøðugar tíðindaredaktiónir, sum liva púrasta hvør sítt lív, sigur Jóhann Mortensen.