Útvarpið á ólavsøku

Útvarpið verður í ólavsøkuhýri frá morgunstundini 28. juli, beint eftir tíðindini kl. 7.30. Tá fara útvarpsfólkini at práta við fólk um ólavsøkuna, eitt nú at vita hvussu nógv fólk koma á ólavsøku o.s.fr.

Henda sendingin er til kl. 11.

Seinnapartin kl. eitt er sending við siðsøguligum tilfari, og eftir hetta verða føroyskir sangir at hoyra, meðan bíðað verður eftir ólavsøkusetanini, sum verður send beinleiðis. Síðani verður kappróður, har Jógvan Arge fer at greiða frá, og útvarpið er eisini til staðar, tá steypini verða handað.

Útvarpið hevur sum vant ólavsøkustudio á Parnassinum á Hafnia. Hetta eru beinleiðis sendingar sum byrja kl. 19 ólavsøkuaftan, har greitt verður frá ymiskum tiltøkum og øðrum, sum fyriferst í gøtunum. Har fara útvarpsfólkini at hava samrøður við fólk, frásagnir frá ólavsøkuni um leyst og fast, umframt góðan tónleik - og sjálvandi verður eisini farið upp á gólv. Sent verður til umleið kl. 22 -23.

Ólavsøkudag verður farið undir at senda kl. 10, har frásagnir, gudstænasta, sangur undir Tinghúsinum verður at hoyra, eins og beinleiðis sending, tá tingið verður sett. Ólavsøkudag verður sent allan dagin og til og við midnáttarsanginum, sum endar umleið eina tíma eftir midnátt.

Ólavsøkusendingarnar verða ikki endursendar - annað enn tær siðsøguligu sendingarnar. Útvarpsstjórin sigur, at talan er um »her og nú sendingar», og at tær ikki hóska at endursenda.