Tað er sera umráðandi, tá ein ynskir at fáa sín boðskap út, at ein hevur so gott samskifti við fjølmiðlarnar sum til ber. Í so máta má sigast, at okkara almenna útvarp hevur gjørt sítt allar besta fyri L.G.B.T. og limir tarra. Tað man vera fáur av øðrum minnelutum her á landi, sum hava havt hendan møguleikan at hava almenna útvarpsmannig rennandi í hølinum á sær við einum og tveimun starvsfólkum, sum søgdu frá, hvat hendi í gjøgnum dagin og daganar á Ólavsøku.
Dagin fyri Ólavsøku vóru høvuðsyvirskriftinar millum annað Makrelur og tey samkyndu, vit fingu at vita, at Ólavsøkan bleiv skotin í gongd við Pride skrúðgongu, útvarpsmannigin hevði gjørt seg væl út til dagin, eitt frásøgufólk var í høllini, har skrúðgongan byrjaði, eitt annað var og tók ímóti í býnum, umframt hesa dekkan av hesi skrúðgongu komu hópin av innsløgum gjøgnum dagin, tað byrjaði við summarmorgun, og so komu innsløgini so at siga pø á pø hesar tíðir á degnum kl 12.20 kl 16 aftur 16.30 kl 17 kl 18.10 og so tók SvF við kl 19. So kom næsti dagur, aftur sama evni í sendinginum kl 14 & 18 og so aftur 29. juli og so nú í skrivandi løtu 30. juli so er hetta enn ein partur av tíðindatilfarinum, og so aftur 31 juli,hetta er so sætti ella sjeyndi dagur á rað, har evnið er tey samkyndu í tíðindaflutniginum.
Sum hetta er blivið blást upp, kann ein nær um fáa ta fatan, at tað var nakað nýtt her á landi at vera samkyndur, og hetta tíðindavirðið var so stórt, at vit máttu fáa hetta fleiri ferð um dagin í samanhangandi dag eftir dag. Hetta kann bert skiljast sum, at hetta er eitt hjartamál fyri henda almenna stovnin at taka hesi krøv fram hjá hesum minniluta so ofta hvønn dagin, høvdu so aðrir minnilutar havt somu møguleikar at fáa sín boðskap út gjøgnum útvarpið, men so er ikki.
Sjálvur hevur ein gjørt sínar royndir at borið eitt hvørt tiltak, ein hevur skipað fyri gjøgnum tíðunar, til Útvarpið og spurt, um tað kann koma við í sendingina á middegi og kvøldið, tá hevur svarið verið sum oftast, at tað kemur bert ta einu ferðina við, onkuntíð kom tað slett ikki við. Kenni annan minniluta her á landi, sum bjóðaði Útvarpinum til tíðindafund, hesin minnilutabólkur skuldi hava nøkur tiltøk, og hevði tí tørv á at fáa boðskapin út til tað allmennu Føroyar, tey bjóðaðu tí útvarpinum at vera við til ein tíðindafund, tey møttu snøgt sagt ikki upp, (at so eitt starvsfólk setti seg í samband seinni hoyrur til søguna,) men tá var viðkomandi Útvarpsfólk kontaktað aftur.
Eg loyvi mær at brúka hesa samanbering , tí man far nær um ta fatan, at korini eru so út av lagi vánalig her í Føroyum hjá L.G.B.T. og limum teirra. Tit hava fram um allar aðrar minnilutar her á landi óhindraða atgongd til okkara alment fíggjaða útvarp at fáa tykkara boðskap út, tað er ikki vánaligt reiðskap at hava at arbeiða við, bert fyri at nevna eitt gott reisskap tit hava fyri at fáa tykkara boðskap út, tað prógvaðu hesir daganir væl og virðiliga. Ongin skal halda, at eg meini, at hesin minnilutabólkur ikki skal koma til orðana, tað vildi verið ódemokratist, vit hava jú skrivi- og lesi frælsi, hetta er at lýsa, hvussu okkara allmenna Útvarp metur og sær upp á ymiskleikan og sær upp á tíðindavirðið og týdnigin hjá teimum ymisku minnilutabólkinum her á landi. Tað man neyvan bert vera eg, sum upplivdi tíðindaflutningin um Ólavsøkuna, og daganar eftir, bæði troyttandi og einstáttaðan hjá útvarpinum.