Útvarpsmenn í Suðuroy

Góðan Morgun Føroyar

Hósdagin og fríggjadagin hevur Útvarpið tikið tað forkunnuga stig at koma til Suðuroy at at senda ?Góðan Morgun Føroyar?.
Í gjár kom ein sending uppá tveir og ein hálvan tíma burturúr, har útvarpsmenninir koma víða um í Suðuroynni. Teir prátaðu bæði um vatn í Lopra og motorsúkklur á Tvøroyri og innímillum fingu teir eisini stundir til eitt drúgvt prát um kommunusamanlegging í Suðuroynni. Hetta málið er nógv viðgjørt í Suðuroy seinastu tíðina og tað seinasta er, at í sambandi við eitt lýsingagblað, hevur Lions Klubburin í Suðuroy gjørt eina veljarakanning um, hvat suðuroyingar halda um kommunusamanlegging.
Kanningin er gjørd í samstarvið við økisgranskingardepilin og miðnámsskúlan og hon vísir, at næstan 74% av suðuroyingum vilja leggja kommunur saman.
Í dag verður hildið fram og í morgun fer Útvarpið at senda frá klokkan 7.35 til klokkan 8 og frá klokkan 8.05 til klokkan 9.
Í sendingini í dag fara tey at eisini at ferðast víða, heilt úr Sandvík, har tey tosa um gomlu bóndahúsini uttan Ánna, sum Fornminnissavnið hevur í varðveitslu og tey tosa eisini við borgarstjóran í Fámjin um kommunusamanlegging og ymiskt annað forvitnisligt.
Í dag fara tey eisini til Vágs at tosa um Lemmavirkið og á Tvøroyri at tosa um nýggju landingarmiðstøðina.Men harumframt er eisini ymiskt annað á skránni.
Elis Poulsen, sum er ein av útvarpsmonnmum, sigur, at teir hava verið avbera væl fyri.
? Vit eru sera væl móttiknir og blíðskapurin er óførur. Tað er meiri enn so fyri, at fólk hava vinka okkum inn av gøtuni at fáa ein kaffimunn, sigur Elis Poulsen