Útvarpsstjórin hugdi framvið

Tað er Norðurlandahúsið, sum saman við Sjónvarpi Føroya, Útvarpi Føroya og FUT, sum skipar fyri Prix Føroyum.
Nógv verður eisini gjørt burturúr Prixnum í ár. Sum vanligt sendir sjónvarpi eina sending mikukvøldið eftir innleiðandi umfarið, og harafturat, so sendir Útvarp Føroya eisini beinleiðis frá øllum innleiðandi umførunum. Hetta er fyrsta ferðin Útvarpið hevur roynt at senda beinleiðis frá undanumførunum, og er hetta nakað, ið vísir seg at rigga væl.
Leygarkvøldið høvdu útvarpsstjórin, Jógvan Jespersen og konan, Marjun lagt leiðina framvið Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
? Vit vóru her inni, so eg helt, at vit skulu koma framvið. Hetta er fyrsta ferðin eg eri í Mentanarhúsinum, og eru karmarnir ótrúliga góðir hjá tónleikarunum, og er hetta eitt imponerandi hús, sigur útvarpsstjórin millum annað.