Sum flestu føroyingar lurti eg dagliga í løtum eftir útvarpinum. Tað er rættiliga fjølbroytt og fyri tað mesta áhugavert. Tó haldi eg at tónleikur hevur fingið í so nógv av tíðini. Við hvørt er tað eisini nakað popput og lættisoppakent. Helst halda onnur tað øvugta og kanska hava tey rætt.
Eitt er tó eyðsýnt. Í seinastuni er tað vorðið so sambandskt sum ongantíð fyrr. Men kanska er tað eisini bara gott sum móteitur móti øllum loysingarrákinum sum uppi er í tíðini. Heilt vist er at høgrivongur í Javnaðarflokkinum hevur góðan fong í útvarpinum, men teir hava eisini harðliga hjálp fyri neyðini, so kroystir sum hann er í løtuni er.
Tað var nú ikki um hetta eg skuldi røða, men um upplesturin av veðurvánunum fyri herleiðirnar kring Føroyar. Forsøgniní sjálvari sær er góð og rættuliga eftirfarandi. Bert spell at hon vanliga verður lisin so skjótt at tú bert megnar at fáa helvtina við. Upplesarin skundar sær so nógv at hann snávar um orðini. Tú fær ta fatan at lønin hjá honum onkursvegna er knýtt at hvussu nógv orð hann megnar at lesa um minuttin. Mær vituligt er hetta ikki so og kundi hann tí kunna givið sær eitt sindur betur stundir, so at vanligt fólk kundi fingið við tað, sum sagt verður, og at rusla niður forsøgnina á ein lepa. Tað eru fólk á sjónum sum hava brúk fyri veðurforsøgnini og sum, tá tað er gjørligt, laga arbeiði eftir veðrinum.
Gott hevði tað verið um útvarpstjórin lat manningina sum lesur forsøgnina lurta eftir danska, norska ella íslendska útvarpinum so teir kundu hoyrt hvussu hinir lesa. At taka ímóti og at skriva niður veðurtíðindini frá teimum havi eg ongan trupulleika við, men frá okkara egna útvarpi - nei.
Tað hevði verið góð hjálp um manningin á útvarpinum hevði tikið seg saman og lært seg at stórur munur er á at lesa samanhangandi tekst og at lesa veðurtíðindini og at ferðin tí má vera ein heilt onnur.
Umborð á Koei Maru 108
A. Guttormur Djurhuus