Tváttur - vaskarí og reinsarí á Hjalla

Við dugnaligum starvsfólkum og framkomnari tøkni kann Tváttur tryggja, at allar vaskiuppgávur verða loystar á fult tryggan hátt. 

 

Tváttur er ein fyritøka, ið hevur sum sergrein at vaska klæðir til einstaklingar, vinnufyritøkur og almennar stovnar við nútímans tøkni og høgum tænastustigi, eins og fyritøkan lýkur øll krøv til umhvørvisvernd.

 

Tváttur byrjaði í 2002 á Skála sum eitt vaskarí við fleiri ymiskum konseptum til bæði vinnu- og privatkundar. Fyritøkan hevur sostatt 20 ár á baki.

 

Fyritøkan brúkar nýggjar og framkomnar Electrolux maskinur, sum umframt vanligt vask, eisini hava serstøk forrit til vátreins.

 

Hetta er ein tøkni, ið Electrolux hevur ment, sum er somikið mild fyri flestu tekstilir, at Woolmark góðkennir vátreins sum serliga vælegnað til klæði við teirra merki.

 

Woolmark er góðskumerki fyri ullvørur, ið vanliga skulu vaskast við hond. 

 

Maskinurnar til vátreins brúka lítið vatn, og sápan er umhvørvisvinarlig. Hetta hevur týdning, tí Tváttur leggur stóran dent á at halda øll ásett krøv.

 

Meginparturin av virkseminum hjá fyritøkuni er á Hjalla, tó eru summir vinnukundar og serliga skitin vask enn á Skála. 

 

##med2##

 

Við dugnaligum starvsfólkum og framkomnari tøkni kann Tváttur tryggja, at allar vaskiuppgávur verða loystar á fult tryggan hátt. 

 

- Hetta verður gjørt fyri kappingarføran prís uttan mun til, um talan er um veitingar til virki, skip, stovnar ella privatar kundar, sigur Magnus Jørmundsson, virkisleiðari hjá Tvátti á Hjalla.

 

Fyritøkan hevur eisini eina "Heinta og Veita-tænastu", har Tváttur kann heinta skitin klæðir og veita tey reinu aftur á sama staði.

 

- Henda tænasta er galdandi allastaðni, har tað er landfast, leggur virkisleiðarin á Hjalla, Magnus Jørmundsson, aftrat. 

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

 

 

Magnus Jørmundsson er virkisleiðari hjá Tvátti á Hjalla.