Tveir 18 ára gamlir á listanum hjá KÍ

Hjá NSÍ er týdningarmikil miðverji tøkur aftur eftir at hava verið skaddur

Klokkan 18.30 verður fyrsta bríksl í Klaksvík, har KÍ í kvøld hevur vitjan av NSÍ.

 

Á KÍ liðnum er tað merkisvert, at Odmar Færø ikki er á listanum. Hann er skaddur. Páll A. Klettskarð, sum er darvaður av skaða í mjødnini, er á beinkinum. Har er hann millum annað saman við tveimum 18 ára gomlum. Teir eru Dávid B. Biskopstø og Silas Gaard. Børge Petersen og Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum báðir hava verið skaddir, eru eisini á KÍ beinkinum saman við álopsspælaranum Valerijs Sabala.

 

Hjá NSÍ er miðverjin Oddur Á. Højgaard tøkur aftur, eftir at hann orsakað av skaða ikki hevur verið við tvær tær seinastu ferðirnar. Búi Egilsson, sum í flestu dystunum higartil í ár hevur verið innskiftari, er millum teir fyrstu ellivu.

 

Tórður Thomsen er ikki á listanum. Dánial Danielsen er eykamálverji, og hinir á NSÍ beinkinum eru Áron Høj, Albert Róin Johannesen, 16 ára gamli Ragnar Steinhólm, Bergur Johannesen, Jógvan Højgaard og Jørgen Nielsen, sum er á listanum fyri fyrstu ferð, síðani hann kom aftur úr Svøríki. Hann hevur tveir teir seinastu dystirnar verið leikbannaður.

 

 

 

KÍ – NSÍ kl. 18.30

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

KÍ: Mathias Rosenørn -René Shaki Joensen, Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Claes Phili Kronberg, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð – Árni Frederiksberg, Anders SølvstenHolvad, Mads Bo Mikkelsen

 

NSÍ: Karstin Hansen – Meinhard D. Geyti, Oddur Á. Højgaard, Einar Tróndargjógv – Pætur Hentze, Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Atli D. Petersen – Hans Marius Davidsen, Klæmint A. Olsen, Búi Egilsson