Í gjár fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri ikki at halda seg nóg langt aftan fyri bilin frammanfyri. Í báðum førum spurdist óhapp burtur úr og bæði óhappini vóru á miðdegi í gjár.
Í tí eina førinum rendi ein bilur upp í reyvina á einum øðrum við Norðurlandahúsið í Havn. Eingin nevniverdur skaði var, men bilførarin, sum rendi á, fær kortini klipp í koyrikortið fyri ikki at ansa nóg væl eftir og fyri at hava koyrt so stutt aftan fyri bilin frammanfyri, at hann lukkaðist ikki at bremsa, áðrenn tað var fast ímillum báðar bilarnar.
Í hinum førunum vóru tríggir bilar í einum harmonikasamanstoyti á Sandvíkahjalla. Har tann aftasti bilførarin var óansin og rendi upp í reyvina á bilinum framman fyri, sum so aftur rendi upp í reyvina á tí fremsta bilinum. Og bilførarin í tí aftasta bilinum fær sostatt eisini klipp í koyrikortið.
Annars mundi ein smádrongur í Vágum komið illa fyri í morgun. Hann fór út á vegin, beint sum ein bilur kom koyrandi, og speglið á bilinum rakti dreingin í armin. Hann fekk kortini ongan skaða.