Sum vit skrivaðu í áðni, hendi eitt ferðsluóhapp á vegastrekkinum ímillum tunlarnar Norður um Fjall. Løgreglan sigur, at talan var um tveir persónbilar, sum koyrdu ímóti hvørjum øðrum og rendu saman. Løgregla og sjúkrabilar vórðu boðsend og fyri at gera tað arbeiðsligari hjá teimum, vórðu báðir tunlarnir stongdir. Tað kann løgreglan gera av støðini í Havn.
Løgreglan sigur, at bilførararnir vóru einsamallir í bilunum og tey vórðu báðir fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar og viðgerar. Løgreglan veit ikki, hvussu teir hava tað, men tey hava fingið at vita, at støðan var »stabil«, sum tey siga.
Løgreglan veit ikki, hví óphappið hendi, men tað fara tey at royna at fáa greiði á. Tey siga, at bilarnir vórði fingnir til viks, og so lótu tunlarnir upp aftur, so nú er koyrandi aftur.