Tveir føroyingar í finaluni í DM í poker

Nú er undankappingin komin at enda, og 150 teir bestu spælararnir eru funnir, og skulu royna seg við finaluborðið í kvøld.

 

Millum teirra eru tveir føroyingar, nevniliga 22 ára gamli Hjalti Mohr Jacobsen, ið hevur drúgvar royndir innan poker, millum annað í stórari kapping í Las Vegas.

Hin føroyingurin er 28 ára gamli Benny Torkilsson við Sandá, ið gjørdist Føroyameistari í poker í 2007, og annars hevur luttikið í nógvum norðurlendskum pokerkappingum, umframt størri kappingum umvegis internetið.

 

Finalan byrjar í Radisson SAS hotellinum í Keypmannahavn klokkan 18 í kvøld, og meira verður at frætta frá kappingini seinni í kvøld.